Daniel til FC Fredericia

Daniel til FC Fredericia
HB-spælarin, Daniel Johansen, fer at royna fótbóltseydnuna í donskum fótbólti. Frá 1. januar næsta ár skal hann umboða FC Fredericia í donsku 1. deild
Daniel Johansen skal spæla í donskum fótbólti næsta ár
 
20.06.2022 - 07:53

HB-spælarin, Daniel Johansen, hevur gjørt sáttmála við danska 1. deildarfelagið, FC Fredericia, skrivar heimasíðan hjá HB.

Sáttmálin er galdandi frá 1. januar 2023.

Tískil spælir Daniel Johansen við HB, tað ið eftir er av kappingarárinum.

 - Fyrr í ár royndarvandi eg við FC Fredericia, og eg føldi meg beinanvegin vælkomnan og ynsktan. Tí var eg sera glaður og errin, tá teir bjóðaðu mær sáttmála. Tað, at eg nú kann hugsavna meg hundrað prosent um fótbóltin, fer heilt sikkurt at menna meg enn meira sum fótbóltsspælara, sigur Daniel Johansen við HB.fo.
 
 - FC Fredericia spælir næstan altíð við í oddinum í donsku 1. deild, og teirra spælistílur hóskar væl til mín. Eg gleði meg at byrja í Fredericia, men fyrst og fremst skal eg hugsavna meg at gera arbeiðið í HB liðugt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179