Frælsur ítróttur: tvey føroysk met í svenskari kapping

Frælsur ítróttur: tvey føroysk met í svenskari kapping
Tinna B. Jørgensen og Oddvør Josephsen settu føroysk met á 100- og 200 metra teinunum, tá føroyskir íðkarar stóðu seg væl í kappingini, VU-spelen í Gøteborg um vikuskiftið
Føroyska ferðalagið, sum kappaðist í frælsum ítrótti í Gøteborg
Mynd: fif.fo  
 
20.06.2022 - 14:58

Tvey føroysk met vóru sett í frælsum ítrótti um vikuskiftið.

Tinna B. Jørgensen fór avstað við bestu tíðini á 100 metra kapprenningini við kvinnum, meðan Oddvør Josephsen setti nýtt met á 200 metrum.

Metið sett tikið ferðir sama dag

Tær báðar kappaðust ímóti hvørji aðrari á 100 metra teininum. Í innleiðandi kappingini tók Oddvør Josephsen metið frá Tinnu B. Jørgensen við tíðini 12,85 sekund, men bert fáar minuttir seinni endurvann Tinna B. Jørgensen metið, tá hon rann teir 100 metrarnar upp á 12,78 sekund.

Báðar runnu seg í B-finaluna, har Tinna B. Jørgensen rann uppaftur skjótari, men tíðin varð ikki góðkend, tí vindurin var ov nógvur. Ongantíð fyrr hava tvær føroyskar kvinnur runnið so skjótt sama dag, skrivar fif.fo.

Oddvør ikki tómhent

Dagin eftir 100 metra renningina stillaði Oddvør Josephsen upp til 200 metra kapprenning.

Besta tíð hennara var 29,91, men hon knústi hesa og rann meir enn eitt hálvt sekund skjótari. Hon setti nýtt føroyskt met við tíðini 26,38 sekund.

Nógv góð føroysk avrik

Fleiri føroyskir íðkarar tóku lut í kappingini, og sambært fif.fo hevur Føroyar ongantíð staðið seg so væl sum hesa ferð.

Verd at nevna er 12 ára gamla Sigrið Hansdóttir, sum vann ikki færri enn fýra heiðursmerki, millum annað gull í spjótkasti.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602