Danska stjórnin tíðindafund um koronustøðuna í morgin

Danska stjórnin tíðindafund um koronustøðuna í morgin
Nýggja omikronfrábrigdið, BA.5, hevur fingið fastatøkur í Danmark
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur boðað til tíðindafundur um koronu í morgin ári.
Mynd: RitzauScanpix  
 
21.06.2022 - 18:29

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, heldur í morginári klokkan 9 tíðindafund um, hvussu koronustøðan skal handfarast næstu mánaðirnar.

Tíðindafundurin fer at snúgva seg um koronustrategiina, sigur forsætisráðið í tíðindaskrivi.

Strategiin kemur samstundis sum smittutølini í Danmark vaksa,

Orsøkin er millum annað nýggja omikronfrábrigdið, BA.5, sum hevur fingið fastatøkur í Danmark.

 

59 prosent

Fyri tveimum vikum síðani vóru 32 prosent av øllum nýggjum smittutilburðum við BA.5-frábrigdinum, og nú er tað talið komið upp á 59 prosent.

Samstundis vænta myndugleikarnir, at smittan aftur tekur dik á seg í heyst og vetur. Tí vilja heilsumyndugleikarnir verða fyrireikaðir.

Tá ráðharrin í heilsumálum, Magnus Heunicke, var í samráð á Christiansborg fyrst í juni, segði hann, at tað er umráðandi, at landið er fyrireikað á ymsan hátt.

Tað skal eisini tryggja, at týðandi partar av samfelagnum ikki steðga upp, hóast smittutølini vaksa munandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053