Russisk skip fáa nakrar dagar aftrat í Føroyum

Russisk skip fáa nakrar dagar aftrat í Føroyum
Havnarstongsulin byrjar 5.juli, ikki 24.juni sum upprunaliga ætlað
Russisk skip í føroyskari havn.
 
26.06.2022 - 09:48

Russisk skip kunnu koma í føroyska havn í nakrar dagar aftrat.

Í kunngerðini, sum kom í gildi fríggjadagin, stendur, at tað er bannað eftir 5.juli at loyva skipum, sum eru skrásett undir russiskum flaggi, at koma í havn í Føroyum. 

Í uppskotinum um kunngerð um revsitiltøk móti Russlandi stóð, at tað er bannað eftir 24.juni at veita atgongd til havnir í Føroyum fyri skip, skrásett undir russiskum flaggi.

Bannið er ikki galdandi fyri fiskiskip.

Útflagging

Fyri at sleppa undan skipum, sum flagga út, er forboðið eisini galdandi fyri skip, sum hevur skift russiskt flagg 
ella skráseting til annað flagg ella skráseting eftir 24.februar í ár.

24.februar gjørdi Russland innrás í Ukraina.

Ásetingin um forboð er tó ikki galdandi fyri skip, sum hava brúk fyri hjálp og leita í neyðhavn, ella av neyð noyðast at leggja inn í føroyska havn fyri at halda trygdina á sjónum, ella fyri at bjarga lívi á sjónum. 

Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum kann geva undantaksloyvi til skip, sum føra til dømis brennievni, heilivág ella matvørur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715