Sjúklingaráðið minkar

Sjúklingaráðið minkar
Sjúklingaráðið skal minka úr níggju niður í fimm limir. Tað eru nakrar av broytingunum í kunngerðini um sjúklingaráð, sum liggur til ummælis.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.06.2022 - 10:13

Sjúklingaráðið skal minka úr níggju limum niður í fimm.

Tað var samtykt í løgtinginum fyri tveimum mánaðum síðani, og nú er gjørt uppskot um kunngerð um tað.

Smidligari verður hjá ráðnum at hava fundir, um bara fimm limir eru.

Sjúklingaráðið skal geva landsstýrisfólkinum ráð um uppskot um lógir og kunngerðir, sum hava týdning fyri veitingar til sjúklingar, og viðgera mál, sum hava generellan og prinsipiellan týdning fyri veitingar til sjúklingar.

Sjúklingaráðið kann ikki viðgera ítøkilig persónsmál.

Landsstýrisfólkið velur limirmar í Sjúklingaráðið millum annað eftir uppskoti frá feløgum og áhugabólkum, sum umboða sjúklingar á sjúkrahúsunum.

Sjúklingaráðið letur í seinasta lagi 1. apríl landsstýrisfólkinum ársfrágreiðing um sítt arbeiði.

Og tað skal hava minst tveir fundir við landsstýrisfólkið um árið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655