U20-landsliðið í eldin

U20-landsliðið í eldin
Føroysk hondbólts- og ítróttarsøga verður skrivað á middegi í dag. Føroya U20-landsliðið hjá monnum spælir fyrsta dystin í einum EM-endaspæli. Kringvarpið vísir dystin.
 
07.07.2022 - 11:08

Føroysk hondbólts- og ítróttarsøga verður skrivað á middegi í dag, tá ið føroyska U-20 landsliðið í manshondbólti spælir sín fyrsta dyst í einum endaspæli. Spælt verður móti Danmark, sum er millum fremstu hondbóltstjóðir í heiminum.

Føroyar eru komnar í sterkan bólk í EM-endaspælinum í Portugal. Hini liðini eru Slovenia og Ungarn.

Spælararnir á føroyska U-20 landsliðnum verða roknaðir at hoyra til besta árgangin í føroyskum hondbólti nakrantíð. Fleiri eru longu yrkisspælarar í útlondum, og spæla á føroyska A-landsliðnum. Nevnast kunnu Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum, Pauli Jacobsen og Pauli Mittún.

Dysturin millum Føroyar og Danmark verður spældur í Porto, og byrjar á middegi klokkan 12.

Kringvarpið fer at vísa dystirnar hjá føroyska mansunglingalandsliðnum í Portugal í sjónvarpinum, og í dag verður byrjað at senda klokkan 11.50.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961