LEGO uppsagt sáttmálan við handlar í Russlandi

bannari
LEGO uppsagt sáttmálan við handlar í Russlandi
Sáttmálauppsøgnin kann merkja, at leikuhandlar í Russlandi gevast at selja lego-kubbarnar.
 
12.07.2022 - 16:49

Fyritøkan LEGO hevur sagt upp sáttmálan við 81 handlar, sum selja lego-kubbarnar í Russlandi.

Tað sigur rakstrarfyritøkan, ið rekur handlarnar í Russlandi, sambært tíðindastovuni, Reuters.

LEGO-fyritøkan sjálv eigur ongar handlar í landinum.

Sáttmálauppsøgnin kann merkja, at allir handlarnir í Russlandi gevast at selja lego-kubbarnar.

Danska fyritøkan boðaði í mars frá, at hon steðgaði søluni til Russlands eftir innrásina í Ukraina.

Eitt miðlafólk hjá LEGO sigur við tíðindastovuna, AFP, at fyritøkan steðgar allari sølu í Russlandi í óásetta tíð.

LEGO-fyritøkan er ikki hin einasta, íð steðgar søluni í Russlandi. Fyritøkan Nike, ið selur ítróttarklæði, hevur eisini gjørt tað sama.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360