Setan av KVF-stýrisformanni er brot á javnstøðulógina

Setan av KVF-stýrisformanni er brot á javnstøðulógina
Javnstøðunevndin átalar avgerðina hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, um at seta ein mann í starvið sum stýrisformann fyri Kringvarpið. Tað er lógarbrot
Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, hevur brotið javnstøðulógina, sigur Javnstøðunevndin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.07.2022 - 13:32

Mai Laksafoss, forkvinna í Javnstøðunevndini, sigur, at avgerðin hjá Jenisi av Rana, landstýrismanninum í mentamálum, um at seta ein mann sum formann fyri Kringvarpsstýrið er brot á Javnstøðulógina.

Mai_1

Herfyri setti Jenis av Rana, landsstýrismaður, Símun Jóannesarson Hansen sum formann fyri Kringvarpsstýrið, eftir at Elin Winther Poulsen legði frá sær sum forkvinna, tí hon fer aftur í starv í Kringvarpi Føroya. 

Landsstýrismaðurin kann tó, sambært Javnstøðulógini, søkja um undantaksloyvi at víkja frá javnstøðulógini, um serligar grundir eru fyri tí, men tað hevur Jenis av Rana ikki gjørt. 

Javnstøðunevndin kann ikki lata hetta fara aftur við borðinum, sigur Mai Laksafoss, forkvinna, tí sambært javnstøðulógini skal Javnstøðunevndin hava eftirlit við, at lógin verður hildin.

Mai_2

Tá talan er um javnstøðu í almennum ráðum og nevndum, hevur framgongd annars verið seinastu nógvu árini. Hendan framgongdin er tó ikki at síggja fyri tíðina.

Í framtíðini skal meira fokus setast á javna umboðan millum kynini í almennum nevndum og ráðum, sigur Mai Laksafoss, forkvinna í Javnstøðunevndini.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576