Legði á gentur

Legði á gentur
Hósnáttina um tvey-tíðina legði ein maður á fýra gentur í Klaksvík 
Politiið og samarittarnir høvdu úr at gera við fullum fólk ólavsøkuaftan.
 
29.07.2022 - 09:49

Hósnáttina um tvey-tíðina legði ein maður á fýra gentur í Klaksvík. 

Hann skumpaði tær og tveitti eina teirra niður.

Politiið veit, hvør maðurin er. Hann verður skuldsettur.

Full fólk

Nógv fólk vóru á ólavsøku í gjár og í nátt.

Við undantaki av nógvum fullum fólkum, var ikki nógv at gera hjá politinum.

Ein maður var tikin á støðina, tí hann leikaði so illa í.

Hann fær eina bót fyri at bróta reglurnar um skilhald, ella fyri at bróta politiviðtøkuna, sum sagt var fyrr.

Maðurin sleppur út aftur, tá hann hevur sissað seg.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604