Fólk koma ov nær gosinum í Íslandi

Fólk koma ov nær gosinum í Íslandi
Løgreglan hevur gjørt av, at fólk mugu ikki hava børn við sær, sum eru undir 12 ár, um tey ætla sær at siggja gosið
Tað goysir við sama lag Fagradalsfjall á Reykjanesi í Íslandi, og gosið dregur ferðafólk til sín.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið.  
 
12.08.2022 - 15:08

Síðani tað fór at goysa við Fagradalsfjall á Reykjanesi í Íslandi, hava myndugleikarnir havt trupulleikar av, at fólk koma ov nær gosinum.

Nú hevur politimeistarin á staðnum gjørt av, at fólk ikki mugu hava børn við sær, sum eru yngri enn 12 ár, skulu tey til Meradalir at hyggja at gosinum.

- Fyri tað nógva eru tað útlendingar, ið koma við børnum sínum at síggja eldgosið, og tað gera tey, hóast alla kunning um, at tað ikki er hóskandi at koma hagar við smáum børnum, sigur politimeistarin.

Orsøkin til forboðið hjá politinum er vandin fyri eitrandi gassi, ið ofta liggur tættari jørðini, tí tað er tyngri enn luftin, og av tí sama vandamiklari fyri tey smáu, enn fyri vaksin.

Økið, haðani fólk kunnu eygleiða gosið, er stongt í dag vegna veður, men skal eftir ætlan lata upp aftur í morgin, skrivar Morgunblaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815