Saudiarabia forvann fýra milliardir um dag upp á olju

Saudiarabia forvann fýra milliardir um dag upp á olju
Tjóðaroljufelagið hevði umleið 50 milliardir dollarar í avlopi í øðrum ársfjórðingi
Russiska innrásin í Ukraina hevur økt oljuinntøkurnar hjá Saudiarabia munandi. (Savnsmynd)
 
15.08.2022 - 11:21

Saudiarabiska tjóðaroljufelagið, Aramco, hevur ongantíð áður forvunnið so nógvar pengar, sum oljufelagið gjørdi í øðrum ársfjórðingi í ár.

Tað skrivar bretska kringvarpið, BBC, sambært DR.

Í juni, tá ið annar ársfjórðingur endaði, hevði felagið eitt avlop upp á 48,4 milliardir dollarar.

Upphæddin svarar til 355 milliardir krónur. Næstan fýra milliardir krónur í vinningi um dagin í apríl, mai og juni.

Russiska innrásin í Ukraina hevur fingið orkuprísir at hækka munandi, og tað hevur havt við sær, at saudiarabiska tjóðaroljufelagið, Aramco, sum er størsti útflytari av olju, hevur forvunnið milliardir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Vikuskiftið 23 januar 2026
203158
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979