Kunnu taka náta, hóast fuglakrím er

Kunnu taka náta, hóast fuglakrím er
Heilsufrøðiliga starvsstovan tekur upp aftur áminningina um at fyribyrgja nátasjúku
Um ætlanin er at selja nátar, skal tað vera á løggildum stað ella sambært heimaframleiðslukunngerðini, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.
 
16.08.2022 - 08:29

Fólki er ikki mælt frá at fara eftir náta, nú fuglakrím er.

Nú nátatíðin byrjar, tekur Heilsufrøðiliga starvsstovan upp aftur áminningina um at fyribyrgja nátasjúku. 

Og nú fuglakrím er, er áminningin harafturat týðandi fyri ikki at bera fuglakrím til taman fugl, ella um illa veit við, smitta fólk, sigur Heilsufrøðiliga starvsstova.

 

Seks tilburðir

Síðani 1991 hava verið seks tilburðir av nátasjúku, ein í 1991, tveir í 2003, tveir í 2016 og ein í 2017.    

Tá nátin er royttur, skáldaður ella skrædlaður, er vandin fyri smittu lítil og eingin. 

Av tí at bakterian, sum gevur nátasjúku, doyr við hitaviðgerð, er hon burtur, tá nátin er kókaður ella stoktur.    

 

Selja á løggildum stað

Um ætlanin er at selja nátar, skal tað vera á løggildum stað ella sambært heimaframleiðslukunngerðini. 

Heilsufrøðiliga starvstovan mælir til, at nátarnir eru skáldaðir ella royttir og ílignir, ella skrædlaðir. 

Á heimasíðuni hfs.fo er ymiskt um nátasjúku, millum annað hvussu hon smittar og sjúkueyðkenni.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815