Metrostav Norge skal bora Fámjinstunnilin

Metrostav Norge skal bora Fámjinstunnilin
Felagið hevur drúgvar royndir í tunnilsarbeiði
Tá Metrostav Noreg og J&K Petersen skrivaðu undir sáttmálan um, at norska felagið skal bora Fámjinstunnilin.
Mynd: J&K Petersen.  
 
29.08.2022 - 15:16

Sáttmáli var í morgun undirskrivaður millum J&K Petersen og Metrostav Norge at bora tunnilin millum Øravík og Fámjin. Hetta hendir eftir, at NCC, sum skuldi bora tunnilin, í síðstu viku tók seg burtur úr uppgávuni.

Nýggi undirveitarin skal bora, tryggja og vatntryggja nýggja tunnilin millum Øravík og Fámjin.

Metrostav Norge hevur drúgvar royndir í tunnilsarbeiði.

 

5.000 starvsfólk

Móðurfelagið, Metrostav, er eitt stórt miðevropeiskt byggifelag við nærum 5.000 starvsfólkum og verkætlanum í 15 evropeiskum londum, skrivar J&K Petersen á heimasíðuni.

Fyrr í summar upplýsti Landsverk, at fyrsta skotið fyri Fámjinstunnilin verður skotið seinni í heyst, og øll verkætlanin verður liðug miðskeiðis í 2024.

Løgtingið hevur játtað 207 milliónir krónur til samlaðu verkætlanina.

 

Hoyr samrøðu við Stein Olv Petersen, stjóra í J&K Petersen, í útvarpstíðindunum: 

 

30082022_Stein_Olvur_til_net

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483