B36 missir ikki stig

B36 missir ikki stig
B36 missir ikki stig fyri at brúka spælara, sum ikki stóð á dómaraseðlinum. Felagið fær ístaðin bót upp á 10.000 krónur, skrivar bolt.fo
B36 fær bót fyri at brúka Ragnar Samuelsen, sum ikki stóð á dómaraseðlinum
 
30.08.2022 - 14:34

B36 fær ikki stig fyri at brúka ein spælara, sum ikki stóð á dómaraseðlinum. 

Ístaðin fær felagið bót upp á 10.000 krónur, skrivar bolt.fo.

Sunnudagin varð Ragnar Samuelsen skiftur inn í dystinum ímóti NSÍ í Hólmanum á Eiði uttan at standa á dómaraseðlinum. 

Miðvallarin kom inn í 91. minutti av dystinum, sum B36 vann 2-1. 

NSÍ kærdi støðuna til Fótbóltssamband Føroya.

Sambært bolt.fo hevur kappingarnevndin hjá FSF avgreitt málið og gjørt av, at B36 fær eina bót upp á 10.000 krónur, eins og Skála fekk í 2007, tá líknandi hending fór fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672