Peningur fylgja barninum: Kommunur ójavnar á máli

Peningur fylgja barninum: Kommunur ójavnar á máli
Kommunufelagið verður kunnað um uppskotið hjá Sólviti Nolsø, landsstýrismanni, fyrsta dagin
Eyðun Christiansen er stjóri í Kommunufelagnum.
 
07.09.2022 - 15:33

- Tað er ilt at siga, um kommunurnar fara at taka undir við at lata foreldrum pengar fyri at ansa børnum sínum heima.

Tað sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum. 

Felagið er ikki kunnað enn um uppskotið hjá Sólviti Nolsø, landsstýrismanni í almannamálum, um at pengarnir fyri ansing skulu fylgja barninum.

 

 

Fingið fundarboð

- Kommunufelagið hevur fingið fundarboð frá landsstýrismanninum, so tað verður helst fyrsta dagin, at vit verða kunnað uppskotið, sum landsstýrismaðurin arbeiðir við, sigur Eyðun Christiansen.

Hann dugir tó ikki at meta um undirtøkuna:

- Í Kommunufelagnum eru 29 ymisk fólk, sum hava ógvuliga ymiskar meiningar um hetta evnið, sigur hann.

 

Ikki verið til hoyringar

Málið hevur áður verið frammi sum uppskot til samtyktar frá andstøðulimum, men hevur ongantíð verið til hoyringar áður. 

Og tí hevur Kommunufelagið heldur ikki realitetsviðgjørt spurningin, sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum.

- Vit vita í grundini ikki heilt, hvat hetta uppskotið hjá landsstýrismanninum umfatar. Tá vit hava fingið tað til hoyringar, verður tað lagt fyri stýrið, har 13 borgarstjórar sita, sigur stjórin í Kommunufelagnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053