Alfred finnur tær rætta starvið

Alfred finnur tær rætta starvið
Alfred er ein nýggj app, har starvssøkjandi fáa beinleiðis fráboðanir og kunnu søkja størv, samstundis sum arbeiðsgevarar kunnu handfara alla gongdina frá lýsing til setan
 
08.09.2022 - 14:00

"Vit hava ein arbeiðsmarkna við stórum tørvi á arbeiðsmegi og samstundis eru starvssøkjandi kræsin og sera tilvitað um, hvørji størv og treytir tey ynskja sær. Tí er tørvur á eini framkomnari og effektivari loysn, ið livir upp til tørvin hjá arbeiðsgevarum og starvssøkjandi," sigur Allan Dalsgarð, ein av stigtakarunum til Alfred.

Allan Dalsgarð var í morgunsendingini, Góðan Morgun Føroyar, í morgun, og greiddi frá, um appina Alfred.

 

1548362
Lurta eftir samrøðuni við Allan Dalsgarð í Góðan Morgun Føroyar

 

Við Alfred verður betri møguleiki hjá arbeiðsgevarum at røkka ikki bara aktivt starvssøkjandi, men eisini fólki, sum møguliga eru áhugað í nýggjum starvi. 

 

50% eru áhuga í nýggjum starvsmøguleikum
Sambært eini nýggjari kanning siga heili 50% av føroyingum millum 30 og 59 ár seg vera áhugað í nýggjum starvsmøguleikum, hóast tey ikki eru beinleiðis starvssøkjandi í løtuni.

 

Kanning ið vísir, at umleið helvtin av føroyingum eru opin fyri nýggjum starvsmøguleikum. Spyr.fo hevur staðið fyri kanningini.  (Mynd: Alfred.fo)

 

"Við Alfred-appini kunnu øll - bæði tey sum leita eftir starvi ella bara eru forvitin - fylgja við nýggjum starvsmøguleikum á einum stað og hvør veit um tey finna dreymastarvið, sum tey ikki vistu, at tey leitaðu eftir," sigur Allan Dalsgarð.

Kelda: Alfred.fo

Tak appina Alfred niður HER

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028