Gjaldið úr Samhaldsfasta hækkar 115 kr. á nýggjárinum

Gjaldið úr Samhaldsfasta hækkar 115 kr. á nýggjárinum
Eftirlønargjaldið í 2023 verður 6.070 kr. um mánaðin
Stýrið fyri Samhaldsfasta væntar at rinda tilsamans 675 mió. kr. í eftirløn næsta ár.
 
27.09.2022 - 11:23

Gjaldið úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum hækkar 115 kr. um mánaðin 1. januar 2023. Hækkingin er 1,9 prosent.

Tað boðar stýrið fyri Samhaldsfasta, sum grunnurin vanliga verður nevndur, frá.

Gjaldið úr Samhaldsfasta hækkar úr 5.955 kr. upp í 6.070 kr. um mánaðin í 2023. Samlaða eftirlønin úr Samhaldsfasta næsta ár verður 72.840 kr. 

Lógin um Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.

Í 2021 vóru útgoldnar 628 mió. kr. í eftirlønum úr AMEG. Útgjaldið í ár er mett til umleið 647 mió. kr. mió. kr., og næsta ár verður tað 675 mió. kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325