Fíggjarlógin eigur ikki at gera av, hvat tøkugjaldið skal vera

Fíggjarlógin eigur ikki at gera av, hvat tøkugjaldið skal vera
Formaðurin í Havbúnaðarfelagnum vísir á, at hetta er fjórðu ferð, at tøkugjaldið verður broytt, síðani lógin kom í gildi
Niels Winther er formaður í Havbúnaðarfelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.09.2022 - 13:34

Havbúnaðarfelagið heldur lítið um uppskotið hjá landsstýrinum um at hækka tøkugjaldið hjá alivinnuni.

Tað fer at ávirka hugin og møguleikarnar at gera íløgur í alivinnuna. 

Vinnan fer at rinda tað, sum svarar til dupultan partafelagsskatt, um tøkugjaldið verður hækkað soleiðis, sum landsstýrið ætlar, sigur Havbúnaðarfelagið.

Niels Winther, formaður í Havbúnaðarfelagnum, sigur, at alivinnan er ikki ímóti at rinda meira í tøkugjald, tá støðan á marknaðinum er sum í vár, tá prísirnir vóru sera høgir.

Men tað eigur ikki at vera stuttskygdi tørvurin í sambandi við fíggjarlógararbeiði, sum avger, hvat alivinnan rindar í loyvisgjaldi.

Niels Winther var gestur í Breddanum fyrrapartin:

 

27092022_Niels_Winther

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040