- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ódnin Ian kravt minst 50 mannalív
Ódnin Ian kravt minst 50 mannalív
Ódnin rakti Florida mikudagin og vindmegin hevur verið máld upp í 69 metrar um sekundið

02.10.2022 - 13:53
Ódnin Ian, sum herjar á esturstrondini í Florida hevur nú kraft minst 50 mannalív.
Nógvi vindurin hevur havt vatnflóð við sær og nøkur av teimum, sum hava latið lív eru druknað.
Onnur eru deyð í ferðsluóhappum, av bygningum, sum eru raplaðir ella tí tey ikki hava fingið fatur á heilivági. Onnur hava latið lív, tí tey ikki kundu nýta síni súrevnistól vegna streymslit.
Hetta skrivar danska kringvarpið á heimasíðuni dr.dk
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























