Mette Frederiksen: Hóttanarmyndin er nógv broytt

Mette Frederiksen: Hóttanarmyndin er nógv broytt
Føroyar hava eisini havt umboð í verjupolitiskum greiningarbólki, sum hevur skrivað frágreiðing um støðuna
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, helt tíðindafund um verjupolitisku greiningina fyrrapartin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.10.2022 - 13:09

Hóttanarmyndin í heiminum er broytt, og fer bæði á trygdar- og verjuøkinum at hava við sær stórar og daprar tvístøður.

Tað er niðurstøðan í stórari frágreiðing, sum Mette Frederiksen, forsætisráðharri, legði fram fyrrapartin.

Ein verjupolitiskur greiningarbólkur hjá donsku stjórnini hevur arbeitt við málinum í langa tíð. 

Svein Magnason á føroysku uttanríkistænastuni hjá landsstýrinum hevur umboðað Føroyar í arbeiðsbólkinum.

Hóttanarmyndin er nógv broytt seinastu tíðina, og kann hava við sær, at nýtt jarntjald fer at klúgva Evropa.

Eisini sigur frágreiðingin, sum TV2 hevur fingið hendur á, at vandin fyri kríggi er munandi størri, og at heimurin verður ótryggari at liva í næstu árini. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558