Føroyska lodnukvotan í íslendskum sjógvi minkar

Føroyska lodnukvotan í íslendskum sjógvi minkar
Sambært tilmælinum verður kvotan 11.000 tons næstu vertíð. Í vár fiskaðu skipini góð 27.000 tons
Alt bendir á, at føroyska lodnakvotan í íslendskum sjógvi næstu vertíð bara verður 11.000 tons. (Savnsmynd)
 
11.10.2022 - 09:29

Føroyar fáa nógv minni lodnu í íslendskum sjógvi í næstu vertíð enn í teirri undanfarnu.

Føroysku skipini fáa sløk 11.000 tons sambært tilmælinum, sum nú er.

Í vár fiskaðu føroysku skipini 27.149 tons av lodnu, skrivar felagið Nótaskip á heimasíðuni. 

Í ár var miðal avreiðingarprísurin 5,51 kr., men í fjør var hann 12,63 kr. 

 

218.400 tons

Orsøkin til tann høga prísin í fjør var helst, at tey tvey undanfarnu árini var eingin lodna fiskað, skrivar Nótaskip.

Íslendski havrannsóknarstovnurin hevur kunngjørt sítt fyrsta tilmæli um lodnukvotuna komandi vertíð. 

Tað er 218.400 tons. Tilmælið fyri síðstu vertíð var 904.200 tons. 

Nýggjar lodnukanningar verða gjørdar í desember, og tí kann tilmælið fyri næsta vertíð broytast.

Føroyar eiga fimm prosent av íslendsku lodnukvotuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961