Løkke sinnaður at gerast forsætisráðharri

Løkke sinnaður at gerast forsætisráðharri
Sambært nýggjastu veljarakanningunum kann Lars Løkke Rasmussen gera av, hvør skal verða næsti forsætisráðharrin í Danmark
Lars Løkke Rasmussen hevur verið forsætisráðharri í tveimum umførum, og hann er fúsur at gerast forsætisráðharri aftur, fær hann høvi til tess, kom fram á veljarafundi í Helsingør í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.10.2022 - 08:39

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, sigur "ja", fær hann høvið at taka við aftur sum forsætisráðharri í Danmark.

Tað kom fram á einum veljarafundi í Helsingør í gjárkvøldið, tá ið ein veljari fekk svar upp á spurningin, sum miðlar hava roynt at fáa hann at svara í fleiri vikur.

Og júst tann spurningurin er meira viðkomandi, enn hann higartil hevur verið undir valstríðnum.

Um nýggjastu veljarakanningarnar eru eftirfarandi, verður tað Lars Løkke Rasmussen, sum kann avgera, hvør næsti forsætisráðharrin í Danmark verður.

 

 

11 prosent vilja hava Løkke

Samstundis halda eygleiðarar, at Lars Løkke Rasmussen hevur góðan møguleika í stríðnum um hægsta politiska embætið í Danmark.

11 prosent av veljarunum taka eisini í nýggjari veljarakanning undir við, at hann á triðja sinni tekur við sum forsætisráðharri.

Lars Løkke Rasmussen sat sum forsætisráðharri frá 2009 til 2011 og aftur frá 2015 til 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527