H71-kvinnurnar kekkiska mótstøðu

H71-kvinnurnar kekkiska mótstøðu
Kvinnurnar hjá H71 skulu spæla ímóti Slavia Prag í triðja umfari av EHF Europa Cup-kappingini
Fragd: H71 spældi seg víðari í stórum stíli við tveimum sannførandi sigrum á SC Ferlach
Mynd: H71  
 
18.10.2022 - 16:01

H71 fekk kekkiska mótstøðu í triðja umfari av Europa Cup-kappingini hjá EHF, skrivar H71.fo.

Hoyvíkskvinnur komu úr bollanum saman við Slavia Prag, sum smurdi Holon HC úr Ísrael av í seinasta umfari. Samanlagt vunnu kekkarnir, sum spældu báðar dystirnar á heimavølli, 71-36.

Kekkiska høvuðsstaðarfelagið hevur javnt og samt spælt í evropeisku kappingunum síðan nítiárini, og í 2020 rakk Slavia Prag í fjórðingsfinalunum. Felagið hevur vunnið sjey meistaraheiti, seinast í 2010.

Heima ella úti?

H71 skal nú tingast við kekkar um, hvørt báðir dystirnir skulu spælast í Prag ella Hoyvík, ella um liðini fáa ein heimadyst í part. Í undanfarna umfari vann H71 báðar dystirnar ímóti SC Ferlach, sum báðir vóru spældir á útivølli í Eysturríki.

ÍBV av Vestmannaoyggjum, har Ingibjørg Olsen spælir, fekk portugisiska mótstøðu í triðja umfar. Íslendska liðið skal royna seg ímóti Madeira Andebol SAD.

Dystirnir í triðja umfari skulu spælast tvey tey fyrstu vikuskiftini í desember.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. mai
Vikuskiftið 30. mei 2025
192617
Fríggjadag 30. mai
Góðan morgun Føroyar
192582
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. mai
Veðrið
192615
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491