Starvsfólk ivast í, nær boðast skal frá sálarligum harðskapi

Starvsfólk ivast í, nær boðast skal frá sálarligum harðskapi
Løgtingsins umboðsmaður hevur verið á eftirlitsvitjan á sambýlum, har fólk við sálarsjúku búgva
Hanna Vang er løgtingsins umboðsmaður.
 
03.11.2022 - 09:38

Starvsfólk í sambýlum eru í iva um, nær harðskapur, serliga sálarligur harðskapur, skal fráboðast. 

Tað sigur Løgtingsins umboðsmaður, sum var á fráboðaðari eftirlitsvitjan í sambýlunum Eiðisgarði í Vági, á Húsadalsvegi í Sørvági og á Traðarvegi í Sandavági.

Hetta eru sambýli fyri fólk við sálarsjúku.

Ein onnur niðurstøða er, at sambýlini stuðla búfólkunum í at hava samband bæði við síni avvarðandi, vinir og onnur búfólk, men tey eldru á sambýlunum sum frá líður gerast meira og meira einsamøll, tá familjan fellur frá. 

Yvirhøvur er búfólkasamansetingin ein afturvendandi avbjóðing hjá sambýlunum, bæði tí tørvur er á fleiri búplássum, og tí búfólkini vegna ymiskan aldur og sjúku hava ymiskan tørv.  

 

 

Aldursmunurin ein avbjóðing

Stóri aldursmunurin í sambýlum ger tað avbjóðandi hjá teimum at skipa fyri tiltøkum, sum flestu búfólkini kunnu vera felags um, sigur Løgtingsins umboðsmaður.

Gjørt verður vart við, at vitjaðu sambýlini eru sosialt námsfrøðilig tilboð og ikki røktartilboð. 

Almannamálaráðið sigur, at spurningurin um røktarheimspláss til eldri sálarsjúk, sum frammanundan hava sambýlispláss, er eitt øki, sum er umskarað millum land og kommunu. 

Sambært ráðnum er ætlanin at greina hetta økið nærri.

 

Røktarheimspláss

Tað skal gerast, so tað verður greitt, um arbeiðast skal við eini skipan, har eldri við sálarsjúku, sum búgva á sambýlum hjá Almannaverkinum, skulu fáa røktarheimspláss, á jøvnum føti við aðrar eldri borgarar í avvarðandi kommunu, ella um byggjast skulu búeindir til endamálið.

Løgtingsins umboðsmaður hevur mint Almannaverkið á, at tey eiga at kunna búfólkini, sum eru yvir 67 ár, um møguleikan at søkja um lækkaða húsaleigu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373