3.586 skógvaeskjur úr Føroyum

3.586 skógvaeskjur úr Føroyum
Í vikuni eru 3.461 skógvaeskjur sendar av landinum til Onglands, haðani tær fara víðari til Ukraina.
 
06.11.2022 - 18:29

Sostatt kunnu tey, ið skipa fyri Christmas Child-átakinum, aftur í ár gleðast um, at fleiri føroyingar hava verið við til at gleða børn úti í heimi við at senda eina jólagávu.

Í ár fara føroysku eskjurnar til krígsrakt børn í Ukraina ella til ukrainsk børn, ið eru flýdd til grannalondini.

Umframt hesar eskjurnar, so hava føroyingar eisini keypt eskjur á netinum, og í farnu viku høvdu føroyingar tilsamans keypt 125 eskjur á netinum.

Hesar fara eisini til neyðstødd børn, so samanlagt hava føroyingar higartil í ár latið 3.586 eskjur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334