Fekk 17 uppskot til fimm limir í Sjúklingaráðnum

Fekk 17 uppskot til fimm limir í Sjúklingaráðnum
Eingin úr Norðoyggjum ella úr Sandoynni var millum uppskotini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur svarað Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu.
 
16.11.2022 - 08:26

Landsstýrismaðurin fekk 17 uppskot, tá hann skuldi velja fimm limir í Sjúklingaráðið.

Uppskotini vóru frá sjúklingafeløgunum og MEGD.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, sum spurdi millum annað, hví summi øki, eitt nú Norðoyggjar, ikki eru umboðað í ráðnum. 

Í ráðnum eru tvey fólk úr Suðurstreymi, eitt úr Eysturoynni, eitt úr Vágum og eitt úr Suðuroynni. 

 

Einki uppskot

Eingin úr Norðoyggjum ella úr Sandoynni var millum uppskotini, landsstýrismaðurin fekk, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Í Sjúklingarráðnum eru Jákup N. Olsen, Hilmar Augustinussen, Emil Michelsen, Poula Reinert Olsen og  Hergerð Joensen.

Eyðgunn Samuelsen ger eisini vart við, at eingin í ráðnum umboðar hjartasjúkur og diabetessjúkur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329