Bráðfeingis játtanarlógin: Tað almenna kann ikki seta nýggj fólk

Bráðfeingis játtanarlógin: Tað almenna kann ikki seta nýggj fólk
Í øllum førum er galdandi, at eingi nýggj tiltøk mugu setast í verk
Løgtingið hevur samtykt bráðfeingis játtanarlóg, og tað avmarkar rásarúmið hjá tí almenna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.11.2022 - 08:45

Tað almenna má ikki seta nýggj fólk, fyrr enn fíggjarlógin fyri 2023 er samtykt.

Í bráðfeingis játtanarlógini fyri 2023, sum løgtingið samtykti í gjár, stendur, at um tað er neyðugt, ber til at endurseta starvsfólk fyri tey, sum fara úr starvi, men ikki er loyvt at økja um starvsfólkaliðið í mun til játtanina í 2022. 

Heldur ikki mugu keypast vørur, tænastur og útbúnaður, sum ikki eru treyt fyri, at vanliga virksemið ótarnað kann halda fram.

Bara íløgur, sum er sáttmálabundnar, mugu gerast.

 

Eingi nýggj tiltøk

Stuðul verður bara latin til virksemi, sum bindandi tilsøgn er givin um, og til at reka alment virksemi av áhaldandi slagi. 

Í øllum førum er galdandi, at eingi nýggj tiltøk mugu setast í verk. 

Tá løgtingsval var fráboðað 5.desember í 2003 at vera 20.januar 2004, kom uppskotið um fíggjarlóg fyri 2004 ikki fyrr enn 25.mars í 2004.

Álitið hjá fíggjarnevndini kom 5.mai. Fíggjarlógin fyri 2004 var samtykt 13.mai og var lýst 17.mai í 2004.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938