Danskur ES-politikari: Ov lætt at harta Føroyar fyri russlandssáttmála

Danskur ES-politikari: Ov lætt at harta Føroyar fyri russlandssáttmála
Hetta er ein møguleiki hjá Danmark og ES at styrkja samstarvið við Føroyar, sigur Pernille Weiss í Konservativa flokkinum
Pernille Weiss, konservativur ES-tinglimur, heldur, at ES hevur forsømt viðurskiftini við Føroyar.
 
25.11.2022 - 13:14

Tað er fallið donskum politikarum fyri bróstið, at Føroyar nú ætla at halda fram við fiskivinnusamstarvinum við Russland.

Morten Helveg Petersen, sum situr í ES-tinginum fyri Radikala flokkin, sigur við DR, at í løtuni ræður um at hava so lítlan samhandil sum møguligt við Russland.

- Eg haldi tað ikki vera eitt serliga vakurt ella hóskandi tekin at senda mitt í eini stórpolitiskari kreppu, har tað snýr seg um at standa saman og vísa so nógvan samhuga sum til ber, í sambandi við ræðuligu álopini, sum Putin fremur á Ukraina, sigur Morten Helveg Petersen við DR.

 

Morten Helveg Petersen umboðar Radikala flokkinum í ES-tinginum.

 

Hann heldur, at tað hevði hóskað seg best, um føroyingar eisini vóru við í tí samanhaldinum, og heitir í sama viðfangi eisini á Noreg um at gera tað sama.

Aðrir danskir politikarar hava eisini talað at føroysku ætlanunum.

Karsten Hønge úr SF hevur kallað tað eitt vánaligt tekin at senda, og fyrst í hesum mánaðinum segði Rasmus Jarlov úr Konservativa flokkinum seg vóna, at Føroyar eisini gjørdu sítt til at avbyrgja Russland.

 

Ov lætt bara at finnast at

Men Pernille Weiss, eisini úr Konservativa flokkinum, og sum situr í ES-tinginum, heldur tað vera ov lætt bara at finnast at føroyingum.

- Lond uttan fyri ES eru í eini praktiskari, løgfrøðiligari og moralskari tvístøðu, og vit kunnu velja at harta tey, men vit kunnu eisini velja at tosa saman um hetta, tí tað samanumtikið sær út sum Evropa er eitt sindur trilvandi í hesum málinum, sigur hon við DR.

Pernille Weiss heldur, at hetta er ein møguleiki hjá Danmark og ES at styrkja samstarvið við Føroyar og gera sítt til at menna fleiri vinnupallar aftrat fiskivinnuni, sum Føroyar kunnu fáa inntøkur frá.

 

Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, segði í gjár, at hann væntar, at sáttmálin við russar fyri 2023 verður avgreiddur í dag. 

 

Leggja trýst á

Morten Helveg Petersen heldur, at tað skal leggjast størri trýst á Føroyar og Noreg, so tey ikki gera hesar fiskiveiðiavtalurnar, men Pernille Weiss tekur ikki undir við hesum. Hon heldur, at ein longd fiskiveiðiavtala millum Føroyar og Russland vísir, at ES hevur forsømt síni viðurskifti við Føroyar.

- Tað er eisini ein av grundunum til, at tað er ov lætt bara at harta Føroyar fyri hetta. Eg trúgvi upp á samstarv, og tí síggi eg føroysku samráðingarnar við Russland sum eitt "wake up-call," sum vit í ES skulu taka í størsta álvara, sigur Pernille Weiss við DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400