Frakland: Rætturin til fosturtøku verður staðfestur í grundlógini

Frakland: Rætturin til fosturtøku verður staðfestur í grundlógini
Tilsamans 337 tinglimir atkvøddu fyri uppskotinum, og 32 atkvøddu ímóti
Stórur meiriluti av franska tinginum samtykti at staðfesta rættin til fría fosturtøku í grundlógini.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.11.2022 - 14:13

Franska tjóðartingið samtykti í gjár, at rætturin til fosturtøku skal skrivast í grundlógina. 

Nú skal lógin viðgerast í franska senatinum.

Politikarar á vinstravonginum og stjórnarsamgongan høvdu samráðst um eitt uppskot til semju undan atkvøðugreiðsluni í gjár, og tað gjørdi, at stórur meiriluti var fyri uppskotinum.

- Lógin tryggjar effektivitet og sama møguleika at steðga viðgongutíðini, stendur í uppskotinum til nýggja grein í grundlógini.

 

Stórur meiriluti fyri

Tilsamans 337 tinglimir atkvøddu fyri uppskotinum. Bara 32 atkvøddu ímóti. 

577 sessir eru í franska tjóðartinginum.

Atkvøðugreiðslan um fosturtøku í Fraklandi er beinleiðis avleiðing av umstríddum broytingum í fosturtøkulóggávuni í USA, Ungarn og Pollandi. 

Fosturtøka hevur verið lóglig í Fraklandi síðani 1974.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087