Pelé álvarsliga sjúkur

Pelé álvarsliga sjúkur
Brasilska fótbóltslegendan Pelé er farin í palliativa viðgerð
Pelé avmyndaður til World Economic Forum í 2006
Mynd: Wikipedia  
 
03.12.2022 - 14:24

Fleiri miðlar skriva í dag, at ein av heimsins kendastu fótbóltsspælarum, brasilski Pelé, liggur til tað seinasta, og at hann ikki longur fær kemoviðgerð fyri krabbamein.

82 ára gamli Pelé varð innlagdur á Albert Einstein sjúkrahúsið í Sao Paulo týsdagin, tí hann var hovin og hevði trupulleikar við hjartanum. Hann hevur leingi stríðst móti krabbameini í langanum.

Hósdagin segði dóttir hansara Kely, at hann hevði tað gott eftir umstøðunum, og at tað ikki var grund til at stúra.

Men fyrr í dag visti brasilski miðilin Folha de Sao Paulo at siga, at kemoviðgerðin, sum Pelé hevur fingið síðani september, ikki longur virkar, og at hann nú er farin í palliativa viðgerð og ikki longur fær beinleiðis viðgerð fyri sína sjúku.

Palliativ viðgerð snýr seg um at geva fólki við lívshóttandi sjúkum eina so góða tilveru sum gjørligt teirra síðstu tíð á lívi.

Edson Arantes do Nascimento, sum er veruliga navnið hjá Pelé, bleiv heimsgitin, tá hann sum 17 ára gamal spældi ein stóran leiklut í, at Brasil vann sítt fyrsta heimsmeistaraheiti í 1958. Hann var eisini við til at vinna HM í 1962 og 1970 og gjørdi sambært FIFA 1.281 mál í 1.363 dystum.

Hann verður av mongum roknaður sum besti spælari í fótbóltssøguni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329