- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ókeypis tunnilskoyring
Ókeypis tunnilskoyring
Alla ta næstu vikuna verður ókeypis at koyra ígjøgnum bæði Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.

Alla næstu viku verður ókeypis hjá øllum akførum at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin
Mynd: Bjarni Rubeksen
04.12.2022 - 17:14
Orsøkin til tað er, at leygardagin 10. desember eru liðin 20 ár, síðani Vágatunnilin sum fyrsti undirsjóvartunnilin her á landi, læt upp fyri ferðslu.
Øll akfør kunnu koyra ókeypis ígjøgnum tunlarnar báðar frá í morginári klokkan 6.00 til mánamorgunin 12. desember klokkan 6.00.
Norðoyatunnilin er stongdur um næturnar frá klokkan 22.00 á kvøldi til klokkan 6.00 á morgni, tí arbeitt verður við at skifta ljósskipanina, umvæla ventilatorarnar og skróta loftini.
Men ferðslan – ókeypis, sjálvandi – verður tó leidd ígjøgnum Norðoyatunnilin klokkan 23.00, 24.00, 02.00 og 04.00 um náttina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























