Kassameistari ákærdur fyri mandatsvik

Kassameistari ákærdur fyri mandatsvik
Ákæruvaldið krevur treytaleysa fongsulsrevsing
Kassameistarin er ákærdur fyri at brúka gjaldskortið hjá felagnum til egna nýtslu. Talan er um 223.772 krónur og 75 oyru.
 
08.12.2022 - 10:35

Kassameistarin hjá einum áhugafelag er ákærdur fyri heimildarsvik, mandatsvik.

Hann er ákærdur fyri at brúka gjaldskortið hjá felagnum til egna nýtslu.

Talan er um 223.772 krónur og 75 oyru.

Maðurin er ákærdur fyri at hava brúkt kortið 330 ferðir í tíðarskeiðinum 1. januar 2016 til 13. september í 2017.

 

Noktar seg sekan

Hann noktar seg sekan í ákæruni. Ákæruvaldið krevur treytaleysa fongsulsrevsing.

Revsilógin sigur, at heimildarsvik er, tá fólk fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til, elva øðrum fíggjarmiss.

Tað er eisini heimildarsvik, tá fólk gera móti tørvinum hjá tí, tey eru áløgd at røkja fíggjarviðurskifti fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. mai
"Her er einki annað ljóð."
191893
Mánadag 19. mai
Morgunlestur mánadagur 19.mai 2025
192051
Mánadag 19. mai
Góðan morgun Føroyar
192041
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959