Dømdur fyri at hava og breiða út pornografiskt tilfar

Dømdur fyri at hava og breiða út pornografiskt tilfar
Ein 37 ára gamal maður fekk í Føroya rætti í gjár átta mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri 11 brot á revsilógina um pornografiskt tilfar um fólk, sum eru yngri enn 18 ár
Føroya rættur fylgdi ákæruritinum.
 
26.06.2025 - 09:10


Ein 37 ára gamal maður fekk í Føroya rætti í gjár átta mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri 11 brot á revsilógina um pornografiskt tilfar um fólk, sum eru yngri enn 18 ár, og um blúnisbrot.

Ákæruvaldið kravdi millum níggju og tíggju mánaðir.

Sambært ákæruritinum er talan um myndir og sjónbond í øllum trimum katagorium, meira var í kategori 2 og 3 enn í 1, sum er tann linasti.

Maðurin var ikki ákærdur fyri at gera pornografiskt tilfar, men fyri at hava tað og senda øðrum tað.

Í ákæruritinum eru nevnd 34 lógarbrot. Øll skulu vera framd í fjør summar.

Hann er dømdur fyri øll 34.

Blúnisbrot 

Føroysk børn og ung eru ikki eyðmerkt í pornografiska tilfarinum, sum er nevnt í ákæruritinum, uttan í brotunum um blúnisbrot. Har eru genturnar føroyskar. 

Maðurin er dømdur eftir grein 236 í revsilógini, sum er um barnaporno, og eftir grein 232, sum er um blúnisbrot.

Telefonir og teldur hjá manninum eru konfiskerarar.

Maðurin noktaði seg sekan. 

Hann bað um stundir at umhugsa, um hann skal fara í Landsrættin við dóminum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303