Skjótasti føroyingurin í Guernsey ikki við hesa ferð

bannari
Skjótasti føroyingurin í Guernsey ikki við hesa ferð
Skaði í hælsinunum ger, at Eiri J. Glerfoss, sum vann 100 metur renningina á seinastu oyggjaleikum, ikki fær vart gullið á Orknoyggjum
Eiri Jógvansson Glerfoss kemur fyrstur á mál í 100 metur renningini í Guernsey í 2023
Mynd: Dánial Olsen  
 
12.07.2025 - 10:28

Løtan taldist millum tær bestu á seinastu oyggjaleikunum.

Eiri Jógvansson Glerfoss streyk undan mótstøðumonnunum og vann 100 metur renningina í Guernsey. Ein føroyingur var skjótasti maður á oyggjaleikum. Harafturat fór hann avstað við fyrsta plássinum í longdarlopi.

Tíverri ber ikki til hjá unga havnarmanninum at verja gullið, nú oyggjaleikir eru í Orknoyggjum, tí hann er skaddur í hælsinunum.

 - Eg hevði eina vón og ein dreym um at verja gullmedaljurnar, sigur Eiri Jogvansson Glerfoss.

 - Hóast tað ikki ber til, velji eg at síggja tað í síni heild og sum lið í at sleppa ordiliga av við mín skaða, sigur sprintarin.

 

Steðg frá kappingum

Eiri Jógvansson Glerfoss hevur drigist við sama skaða í eini trý ár. Hann hevur roynt at lagt venjingar soleiðis til rættis, at hælsinurnar ikki forðaðu honum í at kappast, men tað gekk ikki longur.

 - Eftir seinasta kappingarár versnaði hælsinan nógv, og eg valdi at binda um heilan fingur. Tað hevði við sær alternativa venjing og steðg frá kappingum, greiðir ungi íðkarin frá.

Ætlanin er at lata vera við at kappast, til kroppurin aftur er til reiðar. Júst nær tað verður, er ilt at siga, men onkrar kappingar eru í kalendaranum í august og september.

 - Men eri eg ikki klárur, royni eg at venja til næsta kappingarár, sigur Eiri Jógvansson Glerfoss, sum viðgongur, at tað er øgiliga freistandi at kappast kortini.

 

Hava aðrar styrkir hesa ferð

Í Guernsey vóru tað Eiri Jógvansson Glerfoss og serliga Jónas Gunnleivsson Isaksen, sum fóru avstað við yvirskriftunum. Kvívíkingurin vann bæði 200 og 400 metur renningina og gjørdist landskendur upp á fáar dagar.

Hesa ferð væntar Eiri Jógvansson Glerfoss, at Føroyar eisini hava aðrar styrkir í frælsum ítrótti.

 - Langteinarenningin hevur tríggjar sterkar mans við í hálvmaraton, og tað verður spennandi at síggja, hvussu teir fara at klára seg, sigur skaddi sprintarin.

SÍ EISINI: Renna aftur langt á oyggjaleikum

 - Í longdarlopi hjá monnum er Tórur Mortensen styrkismettur høgt, og har hava vit góðan møguleika at fáa heiðursmerki, sigur Eiri J. Glerfoss, sum ætlar sær at fylgja væl við heimanífrá.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Undansending
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926