Samráðast um svartkjaft og norðhavssild í januar

Samráðast um svartkjaft og norðhavssild í januar
Strandarlondini fara eisini at samráðast um samstarv um eftirlit við fiskiskapi eftir uppsjóvarfiski í landnyrðingsatlantshavi
Svartkjaftur og norðhavssild er á skránni, tá strandarlondini hittast 30. januar.
 
15.12.2022 - 08:34

Samráðingar millum strandarlondini um svartkjaft og norðhavssild vera í London í vikuni, sum byrjar 30. januar næsta ár.

Samráðingar um makrel vera í vikunum, sum byrja 6.februar, 6.mars og 27.mars í London og Nuuk.

Føroyar og Bretland eru farin undir samráðingar um sínámillum fiskirættindi næsta ár.

 

Talgildar samráðingar

Samráðingarnar halda fram talgilt, men tær vera ikki lidnar fyrr enn nýtt landsstýri er komið.

Í januar fara strandarlondini at samráðast um samstarv um eftirlit við fiskarínum eftir uppsjóvarfiski í landnyrðingsatlantshavi.

Hetta er fyrstu ferð, at slíkt samstarv skal fáast í lag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961