Nú verða partabrøvini hjá landinum í p/f Tjaldur seld

Nú verða partabrøvini hjá landinum í p/f Tjaldur seld
Ferð verður nú sett á aftur sølutilgongdina at selja partabrøvini hjá landinum í partafelagnum Tjaldri
Grannskoðaravirkið Januar skipar sølutilgongdina
 
25.12.2022 - 17:32

Grannskoðaravirkið fekk boðini í telduposti seinnapartin tollaksmessudag, og arbeiðið at selja verður tikið uppaftur eftir jólahøgtíðina, sigur Hans Laksá í stuttari viðmerking við útvarpið.

Fíggjarmálaráðið bað í november grannskoðanarvirkið Januar bíða við at selja partabrøvini hjá landinum í partafelagnum Tjaldri, tí løgtingsval varð útskrivað. Fíggjarmálaráðið gav Januar boð um at steðga sølutilgongdini fyribils.

Freistin at bjóða var annars úti á midnátt 29. november, og ætlanin var at selja 9.desember. 

Landið eigur 2,8 prosent í Tjaldri. Landið kann fáa nógv meira fyri síni partabrøv í Tjaldri enn tað hevur sett í fíggjarlógina, heldur Januar. Í fíggjarlógini eru sjey milliónir krónur, men Januar metir, at ognarparturin hjá landsstýrinum er verdur 18,2 til 23,1 mió.kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244