Russland ger sær dælt av, at londini í ríkisfelagsskapinum ikki eru samd

Russland ger sær dælt av, at londini í ríkisfelagsskapinum ikki eru samd
Russland fer at royna at skapa split millum londini í Vesturheiminum, sum eru í Arktis, og millum londini í ríkisfelagsskapinum, tað er millum Danmark, Grønland og Føroyar
Verður nýggjur radari bygdur á Sornfelli, sær Russland tað sum álop á seg.
 
01.01.2023 - 09:45


Russland fer at royna at skapa split millum londini í Vesturheiminum, sum eru í Arktis, og millum londini í ríkisfelagsskapinum, tað er millum Danmark, Grønland og Føroyar.

Serliga fer Russland at geva málum ans, sum londini í ríkisfelagskapinum ikki eru samd um.

Londini eru ikki samd um alt. Og tað fer Russland at gera sær dælt av.  

Hetta stendur í nýggjasta váðametingini hjá fregnartænastuni hjá donsku verjuni.

Hon eitur “Udsyn 2022” og kom beint fyri jól.

Spent støða

Har stendur, at spenta støðan millum Vesturheimin og Russland eisini fer at raka Arktis.  

Kappingin millum stórveldini um Arktis økir vandan fyri njósning móti Føroyum og Grønlandi.

Russland fer at leggja seg eftir málum, har sum Danmark, Grønland og Føroyar ikki draga eina línu í Arktis.
 
Russland fer at leggja sær í geyma, hvussu londini í ríkisfelagsskapinum boykotta Russland, hvussu tey samstarva við Russland, og hvussu tey vilja hava, at Vesturlondini dubba seg í londunum í ríkisfelagsskapinum.

Sambært “Udsyn 2022” fer Russland at rokna allan nýggjan hernaðarligan útbúnað í Grønlandi og í Føroyum at vera beindan móti Russlandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162