Pensjónsskipanin hjá løgtingsfólki skal aftur á breddan

Pensjónsskipanin hjá løgtingsfólki skal aftur á breddan
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, ætlar at taka málið uppaftur og fer at tosa við floksformenninar
Bjørt Samuelsen er nýggj forkvinna í løgtinginum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.01.2023 - 08:39

Nýggja løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, ætlar sær at taka uppaftur til viðgerðar pensjónsskipanina hjá løgtingsfólki, ið hon heldur skal broytast.

Skipanin hjá landsstýrisfólki var broytt í 2015, so landsstýrisfólk ikki fingu tænastumannapensjón, men sjálv skulu gjalda 15 prosent til privata pensjónsskipan. Afturfyri fingu tey 30 prosent meira í løn.

Tá ið Páll á Reynatúgvu var løgtingsformaður frá 2015 til 2019, strandaði eitt uppskot um broytingarnar í nevnd, og síðani er einki hent.

Jógvan á Lakjuni, sum síðani hevur verið løgtingsformaður, tók ikki málið uppaftur, men nú ætlar Bjørt Samuelsen at gera nakað við tað.

 

Fer at tosa við formenninar

- Hatta átti alt at verið gjørt um eina leið í 2015, sigur hon við In.fo.

Bjørt Samuelsen fer at tosa við allar formenninar í flokkunum á tingi um at taka málið uppaftur.

Millum annað skal støða takast til, um ein nýggj serfrøðinganevnd skal setast at arbeiða við málinum, ella um uppskotið frá 2015 kann brúkast.

Av tí at broytingin ongantíð er gjørd, hava løgtingsfólk kunnað farið frá við fullari pensjón, tá tey eru 60 ár, og meðan onnur fólk brúka 37 ár til at vinna sær so góð rættindi, skulu tingfólk bara brúka 16 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290