Skattur av vinningi fyri partabrøv skal ikki dupultskattast

Skattur av vinningi fyri partabrøv skal ikki dupultskattast
Fíggjarmálaráðið hevur sent uppskot um broytingar í kapitalvinningsskattalógini til hoyringar
Fíggjarmálaráðið eigur uppskotið broytingar í kapitalvinningsskattalógini.
 
13.01.2023 - 08:17

Fólk ella feløg eiga at sleppa undan dupultum skatti av vinningi, sum tey fáa, tá tey selja partabrøv.

Tey fáa frádrátt fyri skatt, sum er goldin uttanlands.

Við hesum er tryggjað, at inntøkan ikki verður dupultskattað.

Tað stendur í uppskotinum um at broyta kapitalvinningsskattalógina, sum aftur er send til hoyringar úr Fíggjarmálaráðnum.

 

Viðgerast sum aðrar partabrævasølur

Ein onnur broyting er um reglurnar, tá partabrøv verða seld felagnum, sum gav út partabrøvini.

Endamálið er at viðgera slíkar sølur sum aðrar partabrævasølur, har vinningurin ella tapið, og ikki øll avhendingarupphæddin, verður skattað.

Endamálið er eisini at forða partaeigarum í at krógva eina útlutan av vinningsbýti sum eina partabrævasølu við at avhenda partabrøv til felagið, sum gav tey út.

Útlutan úr deyðsbúgvi til arvingar, sum ikki búgva í Føroyum, er við í uppskotinum. 

Endamálið er ikki at veita skattafrítøku.

 

Talgildar loysnir

Og uppskot er um at broyta lógina soleiðis, at hon eggjar fólki til at brúka talgildu loysnirnar hjá TAKS.

Haraftrat eru nágreiniligari ásetingar um skylduna at upplýsa TAKS um kapitalvinning.  

Fíggjarmálaráðið fær ikki sett tal á, hvussu nógvan skatt afturat, lógarbroytingarnar geva.

Sagt verður, at uppskotið hevur jaligar fíggjarligar avleiðingar fyri landið og fyri vinnuna.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129