Innfluttu fyri eina milliard um mánaðin í fjør

Innfluttu fyri eina milliard um mánaðin í fjør
Innflutningurin var 11,3 milliardir krónur fyrstu 11 mánaðirnar í fjør, og tað er ein triðing meira enn í 2021
Innflutningurin fyrstu 11 mánaðirnar í fjør var 11,3 milliardir krónur
Mynd: Hagstovan  
 
17.01.2023 - 13:53

Innflutningurin til og við november 2022 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 11,3 milliardir krónur.

Hetta er ein vøkstur á 33 prosent í mun til somu mánaðir árið fyri.

Um skip og flogfør ikki verða tald við, er vøksturin 23 prosent.

 

 

Innfluttu brennievni fyri 2,1 mia. kr.

Oljuprísurin er framvegis høgur, og hann sæst aftur í innflutninginum. 

Vit innfluttu brennievni fyri 2,1 milliard krónur fyrstu 11 mánaðirnar, ella fyri 75 prosent meira enn í sama tíðarskeiði í 2021, skrivar Hagstovan.

Innflutningurin er helst komin í hæddina nú, skrivar Hagstovan. 

Stóri vøksturin í innflutninginum seinastu mánaðirnar er nú minkandi. 

 

 

Innflyta lítið úr Russlandi

Eins og føroyingar framvegis útflyta til Russlands, er eisini innflutningur haðani, tó ikki stórur.

Hann var 223.000 kr. í november í fjør. Tað mesta er byggitilfar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065