Farsóttarmálsøkið verður nú yvirtikið

Farsóttarmálsøkið verður nú yvirtikið
Nýggja samgongan tekur tráðin upp eftir tí undanfarnu, tí fyrsta uppskotið, ið hon bar niðan í løgtingið, var ætlanin hjá undanfarnu samgongu um at yvirtaka farsóttarøkið
Bárður á Steig Nielsen, fyrrverandi løgmaður, og umboð fyri farsóttarøkið undir koronafarsóttini. Økið, sum tá var danskt, skal nú vera føroyskt
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.01.2023 - 08:27

Fyrsta uppskotið, sum nýggja samgongan kom við í løgtingið, er eitt uppskot hjá gomlu samgonguni.

Tað er uppskotið um at yvirtaka farsóttarmálsøkið.

Tað kom í tingið í gjár, og fyrsta viðgerð verður í morgin.

 

Løgtingsvalið steðgaði yvirtøkuni

Undanfarna samgonga kom við uppskotinum 6. september í fjør.

Eftir fyrstu viðgerð í tinginum fór tað í Uttanlandsnevndina 8. september.

Men málið datt burtur, tá boðað var frá løgtingsvali.  

 

Yvirtakast 1. januar næsta ár

Hendan samgongan ætlar at yvirtaka farsóttarmálsøkið 1. januar 2024. 

Málið eigur at vera ein avgreiðsluspurningur í løgtinginum, tá tað er undanfarna samgonga og núverandi andstøða, ið eigur uppskotið. 

Harvið burdi full semja verið í løgtinginum fyri yvirtøkuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053