Venjingardystur ímóti Norðurmakedónia

Venjingardystur ímóti Norðurmakedónia
Føroyska fótbóltslandsliðið við monnum skal spæla venjingardyst ímóti Norðurmakedónia í mars
Stefan Ristovski, liðskipari hjá Norðurmakedónia, í nærdysti við italska Ciro Immobile
 
19.01.2023 - 09:12

Føroyska fótbóltslandsliðið skal spæla venjingardyst ímóti Norðurmakedónia seint í mars.

Føroyar byrja landsliðsárið við EM-undankappingardysti ímóti Moldova 24. mars, og tríggjar dagar seinni bíðar Norðurmakedónia á Todor Proeski National Stadion í Skopje.

Hetta verður fyrstu ferð at hesi bæði londini spæla ímóti hvørjum øðrum, og Norðurmakedónia verður 48. mótstøðulið av teimum 55, sum er limir í evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA.


Dystaskráin 2023
24. mars Moldova – Føroyar
27. mars Norðurmakedónia – Føroyar (venjingardystur)
17. juni Føroyar – Kekkia
20. juni Føroyar – Albania
7. sept. Pólland – Føroyar
10. sept. Føroyar – Moldova
12. okt. Føroyar – Pólland
15. okt. Kekkia – Føroyar
20. nov. Albania – Føroyar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860