- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forsetin í Serbia tekur nú frástøðu frá Putin

Enn ein statsleiðari tekur nú frástøðu frá Vladimir Putin.
Forsetin í Serbia, Aleksandar Vucic, er millum annað komin við eini áheitan á Wagner-bólkin, sum hann biður gevast við royndunum at fáa serbar innlimaðar í russiska hernaðarbólkin.
"Vit hava frá byrjan verið ímóti innrásini. Fyri okkum hoyra Krim og Donbas til Ukraina", sigur serbiski forsetin.
Sambandið millum Serbia og Russland hevur annars verið gott, og serbiskar stjórnir hava í langa tíð havt ein russisktvinarligan uttanríkispolitikk, eins og Russland hevur stuðlað Serbia á Balkan.
Har eru sterkar russlandssinnaðar rørslur í Serbia, sigur Flemming Splidsboel, serfrøðingur í uttanríkispolitikki og verjumálum, við DR.
Sambært Bloomberg vísti ein veljarakanning í fjør, at Vladimir Putin er tann heimsleiðarin, sum serbum dámar best.


























