
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søgnin um kópakonuna verður gjørd til danskan spælifilm

Danska Tea Lindeburg setti av álvara sína yrkisleið sum filmsleikstjóri á skinnarar við væl umtóktu NetFlix-røðini "Equinox" frá 2020 og síðani filminum "Du som er i himlen" í 2021.
45 ára gamli filmsleikstjórin hevur nú kastað sín listarliga kærleika á føroysku søgnina um kópakonuna.
Sambært heimasíðuni Kino.dk, so fer næsti filmurin hjá Teu Lindeburg at snúgva seg um eina vanlukkuliga kærleikssøgu, har kópar hava høvuðsleiklutin.
The Seal Women
Tea Lindeburg hevur sjálv skrivað handritið til filmin "The Seal Woman", sum tekur støði í føroysku søgnini um kópakonuna.
Søgnin um kópakonuna stavar úr Mikladali á Kalsoynni (Mynd: Esbern Christiansen)
Søgnin sigur, at kópar eru av fyrstan tíð komnir av fólki, sum sjálvt hevur stoytt seg oman og forkomið sær í sjónum.
Eina ferð á hvørjum ári, og tað er á trettandu nátt, sleppa teir at lata seg úr bjálvunum og eru tá líkir øðrum menniskjum; teir hava tá til gamans at dansa og spæla á manna vísi á hellunum, í fjøruni og inni í látrunum.
Egin tulking av sagnini
Filmurin "The Seal Woman" er ein nýtulking av søgnini, hóast nógv eisini minnir um.
Filmurin fer at snúgva seg um Aske, ið vil møta sínari deyðu konu aftur.
Aske fer tískil til staðið, har kópar aftur vera til fólk á trettandu nátt, og í eini roynd at halda fast í síni deyðu konuna, so hon ikki fer aftur til havs, goymir Aske kópahúð hennara.
Í fyrstani minnist konan ikki teirra tíð saman, men smátt um smátt byrjar hon at fáa sítt minni aftur, og tað avdúkar eina myrka og søgu hóttafall frá fortíðini.
(Mynd: Esbern Christiansen)
Óvist um Føroyar vera staðsetingin
Kino.dk greinar seg fram til, at talan verður um ein rættiliga myrkan ævintýrfilm í fantasy-sjangruni.
Hóast filmurin snýr seg um kanska kendastu føroysku sagnina, so er enn ógreitt, um filmurin verður tikin upp í Føroyum.
Kino.dk skrivar, at upptøkurnar eftir ætlan skulu byrja næsta ár "et sted i Nordatlanten". Um tað er Føroyar ella Ísland, mugu vit bara gita um.
Givið er tó, at filmurin fer ikki at minka um ferðafólkastreymin út í Kalsoynna, har kópakonan stendur í øllum briminum í fjøruni í Mikladali.
Til ber at lesa søgnina um kópakonuna, sum V.U. Hammer festi hana á blað í "Færøsk Anthologi I” í 1891, á heimasíðuni Snar.fo.