Føroyar limaskap í Nordforsk

Føroyar limaskap í Nordforsk
Føroyar hava frá 1. januar at rokna fingið sjálvstøðugan limaskap í stýrinum fyri norðurlendska stovnin, Nordforsk, eftir at hava havt eygleiðarastøðu har síðani fyrst í 2005.
Annika Sølvará, í miðjuni, umboðar nú Føroyar í Nordforsk sum fullgildigur limur
 
29.01.2023 - 12:35

NordForsk er stovnur undir norðurlendska ráðharraráðnum, sum fíggjar og stuðlar undir norðurlendskt samstarv um gransking og granskingarinfrakervi.

Hóast tað leingi verið eitt politiskt ynski at fáa sjálvstøðugan limaskap, er tað ikki borið á mál fyrr enn nú.

Fyri skjótt einum ári síðani søkti Uttanríkis- og Mentamálaráðið vegna Føroyar um limaskap, og viðgerðin hevur verið drúgv við hoyringum og fundum á fleiri stigum.

Beint fyri ársskiftið varð staðfest, at Føroyar fingu limaskap og at viðtøkurnar fyri NordForsk eru tillagaðar samsvarandi.

Annika Sølvará, sum hevur verið eygleiðari í stýrinum fyri Føroyar, heldur nú fram sum limur.

Næsta stigið á leiðini hjá Føroyum er at vera við í átøkum hjá NordForsk við fígging til føroyskar luttakarar.

Væntandi verður fígging til hetta sett av á fíggjarlógini fyri 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334