Fýra fingu klipp í koyrikortið og sekt

Fýra fingu klipp í koyrikortið og sekt
Politiiið hevur gjørt nógvar ferðkanningar seinastu dagarnar, bæði í Klaksvík, á Glyvrum og í Vágum
Politi hevur gjørt nógvar ferðmátingar seinastu dagarnar. (Savnsmynd)
 
31.01.2023 - 12:55

Fýra bilførarar hava fingið klipp í koyrikortið og sekt, hóast ferðin hjá teimum var minni enn 70 km/t í bygdum øki.

Tí politiið steðgaðu teimum í einum øki í Klaksvík, har hámarksferðin er sett niður í 40 km/t.

Har eru skelti, sum siga tað.

Men tá hámarksferðin er sett niður, sum í hesum førinum úr 50 km/t í 40 km/t, er markið meira enn 15 km/t ov skjótt og ikki 20 sum, tá hámarkið er 50 km/t.

Teir fýra bilførarnir, sum vóru tiknir í Klaksvík, koyrdu allir minni enn 70 km/t.

 

Nógvar ferðkanningar

Politiiið hevur gjørt nógvar ferðkanningar seinasta dagarnar, bæði í Klaksvík, á Glyvrum og í Vágum.

11 bilførarar fingu klipp í koyrikortið. Átta fingu sekt fyri at koyra ov skjótt.

Og onkur misti koyrikortið treytað.

Ein bleiv mátaður at koyra 117 km/t í óbygdum øki. Ein koyrdi 92 km/t í bygdum øki.     

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595