ES-reglur um tiltøk móti Russlandi skulu setast í gildi í Føroyum

ES-reglur um tiltøk móti Russlandi skulu setast í gildi í Føroyum
Talan er um málsøki, sum Føroyar ikki hava yvirtikið
Morten Bødskov, vinnumálaráðharri, eigur uppskotið, sum áleggur Føroyum at seta í gildi ES-reglur um tiltøk móti Russlandi og Hvítarusslandi í sambandi við innrásina í Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.02.2023 - 08:56

Morten Bødskov, vinnumálaráðharri, hevur gjørt uppskot um eina lóg, sum áleggur Føroyum at seta í gildi ES-reglur um tiltøk móti Russlandi og Hvítarusslandi í sambandi við innrásina í Ukraina.

Talan er um málsøki, sum Føroyar ikki hava yvirtikið.

Uppskotið er sent til hoyringar í Føroyum. Hoyringarfreistin er til 8.februar.

Uppskotið skal viðgerast í løgtinginum og í fólkatinginum samstundis.

 

Fær fíggjarligar avleiðingar

Morten Bødskov sigur, at myndugleikar í Føroyum hava upplýst, at lógin fer at fáa fíggjarligar avleiðingar fyri partar av vinnulívinum í Føroyum.

Lógaruppskotið um ES-reglurnar í Grønlandi er longu til viðgerðar í fólkatinginum.

Tað er nú í grønlandsnevndini.
   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576