Heilsutrygd fingið álvarsama átalu frá Dátueftirlitinum

Heilsutrygd fingið álvarsama átalu frá Dátueftirlitinum
Eitt trygdarbrot í KT-skipanini hjá Heilsutrygd hevur gjørt, at okkurt um 1.700 almenn starvsfólk hava havt atgongd til viðkvæmar persónsupplýsingar hjá fólki
Dátueftirlitið hevur givið Heilsutrygd eina álvarsama átalu fyri trygdarbrot
 
07.02.2023 - 06:54

Dátueftirlitið hevur givið Heilsutrygd álvarsama átalu.

Átalan er givin, tí vantandi trygd í eini KT-skipan hjá Heilsutrygd hevði við sær, at umleið 1.700 starvsfólk á umleið 40 almennum stovnum síðani 2019 hava havt atgongd til persónsupplýsingarnar hjá øllum borgarum í Føroyum. 

Í summum førum eisini viðkvæmar persónsupplýsingar.

Slagið av upplýsingum, sum eru fevndir av hesum trygdarbrotinum, eru millum annað nøvn, føðingardagar, P-tal og heilsuupplýsingar hjá borgarum.

Hoyr samrøðuna við Egil á Bø, stjóra í Heilsutrygd.

Heilsutrygd_fingid_atalu_fra_Datueftirlitinum

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860