- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sløkkiliðini kring landið eru til arbeiðis
Sløkkiliðini kring landið eru til arbeiðis
Bæði í Sørvági og í Havn hava sløkkilið verið úti og tryggjað takplátur, ið eru loysnaðar

Á Dalagøtu í Havn loysnaðu øll tekjan á einum húsum einari tveir metrar upp. Tórshavnar sløkkilið var skjótt á staðnum og tryggjaði takplátur og tekjuna
Mynd: Sjúrður Andreassen
08.02.2023 - 00:10
Fyrr í kvøld frættist um takplátur, ið vóru loysnaðar í Sørvági og fuku í vindinum.
Í tí sambandi heitti politiið á fólk um at halda seg innandura.
Politiið boðaði seinni frá, at takpláturnar í Sørvági vóru tryggjaðar.
Eisini í Havn eru takplátur loysnaðar í nógva vindinum.
Á Dalagøtu varð Tórshavnar sløkkilið tilkallað, tí takpláturnar á einum húsum vóru loysnaðar.
Øll tekjan var loysna einar tveir metrar upp, og tað tókTórshavnar sløkkiliði ein tíma at tryggja takpláturnar, áðrenn farið var víðari til næsta skaða.
Sjúrður Andreassen tók myndirnar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























