Leita eftir tvímæltum børnum

Leita eftir tvímæltum børnum
Dont Think Twice Film og BUSTER-Filmfestivalurin sóknast nú eftir tvímæltum børnum í aldri millum níggju og 13 ár til ein heimildarfilm um gerandis poesi og norðurlendsk mál.
Mynd: buster.dk  
 
11.02.2023 - 16:19

Talan skal vera um børn, ið tosa danskt og so annaðhvørt svenskt, norskt, íslendskt, føroyskt, grønlendskt ella finskt.

Upptøkurnar til filmin verða gjørdar í Kjøpinhavn 22. og 23. apríl.

Børnini koma at filma seg sjálvi og hvønnannan við støði í nøkrum skúlauppgávum, samrøðum og pallmyndum, har skulu vera skapandi virkin í felag.

Ikki er neyðugt at hava royndir frá filmi ella sjónleiki, men tey sóknast eftir børnum, sum eru djørv, dáma væl film og at knýta nýggj vinarbond.

Eisini siga tey frá Dont Think Twice Film og BUSTER-Filmfestivalinum, at børnini skulu vera glað og trygg við at brúka tvey mál.

Freistin at søkja um at vera við í filminum er 3. mars, og upptøkuroynd verður í Kjøpinhavn tann 13. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053